Vín og føroyskur matur í søguligum umhvørvi

About This Event

Heima hjá Pálli og Marin Malenu á Biskupsstøð í Klaksvík

Kom til spennandi vínsmakking og leskiligan føroyskan mat á siðbundna Biskupsstøðgarði.

Eins og vanligt var, tá ið Nólsoyar Páll og Marin Malenu vóru uppi á døgum, er altíð okkurt áhugavert og forvitnisligt á skrá í húsi teirra. Hesuferð koma vínkúllarnir úr Fuglafirði á vitjan við spennandi vínum, sum verður sett saman við ymiskum góðum úr føroyska kovanum, m.a. seyði, fugli og fiski. Alt tilgjørt av dugnaligu fólkunum handan vælumtóktu Kafé Fríðu í Klaksvík. Eins og tá vistu tey vitjandi heldur ikki altíð, hvat tey á Biskupsstøðgarði fóru at borðreiða við, men tað var altíð serligt og vælsmakkandi. Tað geva søguligar keldur eisini ábendingar um.

Biskupsstøðgarður virkaði sum fyrsta føroyska inn- og útflutningsfyritøkan, og tí er hugsandi, at vælsmakkandi vín var partur av drekkivørunum á garðinum. Hetta — og nógv onnur søga — kann eisini upplivast í snotuligu húsunum, har søgufrásøgnin sjálvandi er sterk og fjølbroytt.

Vínkúllarnir hava seinastu árini forkelað føroyingar við spennandi víni av víngørðum, teir ofta sjálvir hava vitjað, meðan teir hava og ferðast. Vínserfrøðingar eru teir — umframt at vera eitt lítið sindur kúllaligir.

Kom til eitt stuttligt og øðrvísi vínkvøld á vakra Biskupsstøðgarðinum mitt í Klaksvík.

Location

Biskupsstøðgarðurin í Klaksvík

Entire House · Biskupsstøðgarðurin í Klaksvík Historic Site

Date

Thursday, 16 October 2025

Time

19:00 – 22:00

Room

Entire House

Price

650 kr. per person

30 in stock