Testovukonsert “Í dur og mol” við Niclas Hera Jákupsson og Tórfríð Tavsen

About This Event

Innilig og ókeypis konsert í Testovuni hjá Marin Malenu við Niclas Hera Jákupsson og Tórfríð Tavsen. Umframt tey bæði, sum syngja og framføra, kemur Dánjal Tavsen at spæla á klaver. Konsertin hevur heitið “Í dur og mol”.

Niclas Heri og Tórfríð hava útgivið sangir saman, millum annað “Tú ert ok” og “Vælkomin heim”. Á nýggju LP-plátuni, sum Niclas Heri gevur út seinni í ár, er Tórfríð eisini ein hollur stuðul við síni vøkru sangrødd. Tórfríð hevur sjálv útgivið fleiri sangir seinastu árini, millum annað “Kvinnan í svørtum”, “Lívsins Vár” og “Fevn meg”.

Konsertirnar “Í dur og mol” hava fingið sera góð ummæli. Talan er um eina inniliga og autentiska konsert í serstøku Testovuni hjá Marin Malenu, har tú sum áhoyrararnir verða leiddir gjøgnum eitt hav av tónum og orðum, sum røra allar hjartastreingir.

Lítli køkurin í Testovuni hevur opið við brell bitum, víni og góðum the.

Dyrnar lata upp kl. 19, so møguligt er at njóta okkurt gott saman, áðrenn konsertin byrjar. Sitið verður við smá borð, har pláss er fyri fýra fólkum við hvørt borðið.

Konsertin er ókeypis, men neyðugt er at bíleggja atgongumerki her.

Location

Biskupstøðgarður

Te stovan · Biskupstøðgarður Historic Site

Date

Saturday, 2 May 2026

Time

19:00 – 22:00

Room

Te stovan

Price

0 kr. per person

32 in stock