Stovukonsert við Jógvan Joensen

About This Event

Jógvan framførir í Testovuni hjá Marin Malenu á Biskupstøðgarði.

Leygarkvøldið tann 18. apríl kl 20:00 fer Jógvan á pall í Testovuni við eini serstakari konsert, har hann bjóðar áhoyrarunum inn í sín tónlistarliga heim.

Á skránni vera løg frá hansara útgávu “Tøgn”, umframt løg frá EP’ini “Love That You Love”. Har umframt fer hann at framføra nýggj løg, sum enn ikki eru útgivin. Á henda hátt, fáa áhoyrarar eitt serligt innlit í bæði tað, sum hevur verið og tað, sum er á veg.

Tónleikurin hjá Jógvani er eyðkendur av einum nærverandi og erligum úttrykki, har røddin er í miðdeplinum. Við íblástri úr føroyskum siðaarvi og einum persónligum, andaligum tónaheimi, skapar hann eina konsertuppliving, har bæði stilli og styrki fáa rúm.

Lítli køkurin hevur opið við brellbitum, góðum víni og spennandi teið.

Dyrnar lata upp kl 19:00 so tað er møguligt at finna sær pláss, og at keypa sær okkurt gott at njóta áðrenn tónleikurin byrjar.

Talan er um stovukonsert har sitið verður við borðið. Hvørt borð hevur 4 pláss, so tað er umráðandi at bíleggja saman, um tit vil sita saman.

Location

Biskupstøðgarður

Te stovan · Biskupstøðgarður Historic Site

Date

Saturday, 18 April 2026

Time

19:00 – 22:00

Room

Te stovan

Price

250 kr. per person

32 in stock