Innilig konsert við Hans Andrias Jacobsen

About This Event

Evnaríki troubadurin og ársins vinnari av Sement 2025 spælur konsert í stovuni á Nólsoyar Pálli og Marin Malenu

Tey sum hava upplivað live framførslur, hjá Hans Andriasi, vita at hann er serstakliga evnaríkur. Hann spælir væl og hevur eina sera góða og sterka rødd, sum røkkur langt út um tónleikapallin. Tá ið hann vann tónleikakappingina Sement 2025 fyrr í ár, vóru dómararnir ovurfegnir og søgdu soleiðis: “Hann hevur altjóða stig og kann spæla allastaðni í heiminum. Bar seg ógvuliga væl á pallinum og hevur eina fantastiska rødd”. Tónleikurin er spennandi, myrkur og kensluborin. Løgini eru vælskrivaði, innilig og eru eitt framúrskarandi bland av fólkatónleiki og amerikana rokki. Løgini leiða tankarnar til sterkar kenslur og myrkar søgur. Við síni sterku debut útgávu, Vision, hevur evnaríki trubadururin spælt nógv bæði í Føroyum og úti í heimi. Eitt nú m.a. í Danmark, Sveis, Póllandi og Russlandi o.s.fr. Vælupplagdi FMA vinnarin bjóðar lurtarum til eitt spennandi kvøld við nýggjum og eldri tilfari, søgum og hugna.

Tað er møguligt at keypa sær okkurt leskiligt at njóta, saman við inniligu tónunum og sanginum hjá Hans Andriasi í hesari serstakliga hugnaligu stovuni hjá Nólsoyar Pálli og Marini Malenu.

Location

Biskupsstøðgarðurin í Klaksvík

Entire House · Biskupsstøðgarðurin í Klaksvík Historic Site

Date

Thursday, 30 October 2025

Time

20:00 – 22:00

Room

Entire House

Price

190 kr. per person

40 in stock