Testovukonsert við Bjarka Hansen

About This Event

Bjarki Hansen, sum er frá navnframari tónleikafamilju, framførir í Testovuni hjá Marin Malenu á Biskupstøðgarði.

Sum barn og ungur var hann við í kórinum Ung Stjørnuskot hjá Sigrið Sivertsen og seinni var hann við í Nósa Grandprix, har hann endaði nr. 2. Í 2018 var hann í uppskoti til fleiri FMA virðislønir og bleiv valdur til ársins sangara í popp/rokk bólkinum. Tá Bryan Adams rokkaði Við Tjarnir, hálaði hann Bjarka upp at syngja 'Straight From the Heart' og her fingu nógvir føroyingar av álvara eygu og oyru fyri honum.

Bjarki syngur bæði tøkusangir, umframt, at hann eisini ger egið tilfar, sum hann sjálvandi kemur at framføra í Biskupstøðgarði.

Talan er um stovukonsert har sitið verður við borðið. Hvørt borð hevur 4 pláss, so tað er umráðandi at bíleggja saman, um tit vil sita saman. Lítli køkurin hevur opið við brellbitum, góðum víni og spennandi teið.

Dyrnar lata upp kl 19:00 so tað er møguligt at finna sær pláss, og at keypa sær okkurt gott at njóta áðrenn tónleikurin byrjar.

Konsertin er stuðlað av Økistónum.

Location

Biskupstøðgarður

Te stovan · Biskupstøðgarður Historic Site

Date

Saturday, 20 June 2026

Time

19:00 – 22:00

Room

Te stovan

Price

250 kr. per person

32 in stock