Testovukonsert við Benjamin Petersen
About This Event
Benjamin, eisini kendur sum Son of Fortune, framførir í Testovuni hjá Marin Malenu á Biskupstøðgarði á Norðoyastevnu.
Benjamin er ein outlaw rokk n’ rollari sum vil nakað. Hann spælir bæði støvut rokk n’ roll og inniligar balladir.
Seinasta plátan hjá honum “Voodoo Pop” bleiv upptikin í Nashville Tennessee av monnum, ið hava arbeitt við t.d. Chris Stapleton og Jack White. Jambalaja valdi staklagið “Willie’s Joints” at vera ársins lag í 2021 og Son of Fortune er aftur ávegis við nýggjum tónleiki.
Til konsertina á Biskupstøgarðnum fer Son of Fortune at spæla heimagjørdan tónleik. Alt frá AVE plátuni, sum hann gjørdi við Petur Pólson til nýbryggjaði løg. Eisini vera onkur tøkuløg at hoyra frá “Jakkanum” og Símun Konoy.
Talan er um stovukonsert har sitið verður við borðið. Hvørt borð hevur 4 pláss, so tað er umráðandi at bíleggja saman, um tit vil sita saman. Lítli køkurin hevur opið við brellbitum, góðum víni og spennandi teið.
Dyrnar lata upp kl 19:00 so tað er møguligt at finna sær pláss, og at keypa sær okkurt gott at njóta áðrenn tónleikurin byrjar.
Konsertin er stuðlað av Økistónum.
Location
Biskupstøðgarður
Te stovan · Biskupstøðgarður Historic Site
Date
Saturday, 30 May 2026
Time
19:00 – 22:00
Room
Te stovan
Price
250 kr. per person
