Testovukonsert við Guðrið Hansdóttir

About This Event

Guðrið framførir í Testovuni hjá Marin Malenu á Biskupstøðgarði.

Við sínum fangandi fólkapoppi skapar Guðrið Hansdóttir eitt univers, har hon tekur áhoyraran inn í eina ferð við søgum um m.a mjørkan, sjómannin, kærleikan og lívsins tvístøður.

Guðrið hevur verið virkin á føroyska og altjóða tónleikapallinum tey seinastu 20 árini og hevur spælt á festivalum sum SXSW, Spot Festival, Iceland Airways, By:larm og Nurnberg Pop.

Seinasta útgávan Gult myrkur var kosin ársins útgáva og ársins tekstur á FMA 2023 og er Guðrið nú plátuaktuell við nýggjari útgávu við heitinum Sýrublað. Útgávan, sum er eitt samstarv við yrkjaran Beinir Bergsson, eitur Sýrublað og snýr seg m.a um at førka seg nærri at nátturuni og at koma burtur frá stressi í gerðandisdegnum.

Lítli køkurin hevur opið við brellbitum, góðum víni og spennandi teið.

Dyrnar lata upp kl 19:00 so tað er møguligt at finna sær pláss, og at keypa sær okkurt gott at njóta áðrenn tónleikurin byrjar.

Talan er um stovukonsert har sitið verður við borðið. Hvørt borð hevur 4 pláss, so tað er umráðandi at bíleggja saman, um tit vil sita saman

Konsertin er stuðlað av Økistónum.

Location

Biskupstøðgarður

Te stovan · Biskupstøðgarður Historic Site

Date

Saturday, 16 May 2026

Time

19:00 – 22:00

Room

Te stovan

Price

250 kr. per person

32 in stock