Bókaframløga FRÍ

About This Event

FRÍ er ein skemtilig bók til ung sum eldri við íblástri til matgerð, lívsstíl, sjálvbjargni, skapandi lív og gleðina at vera á ferð. Ein bók um forvitni, útilív og frísinnað menniskju, sum finna gleðina í tí einfalda og siðbundna – við hjarta, hondum og hugflogi.

Bókin, ið er skrivað sum skaldsøga, kann eisini nýtast sum kókibók, har lesarin finnur alskins uppskriftir.

Tað er Jóna Joensen, ættað úr Syðrugøtu og búsitandi í Sveis, ið hevur skrivað bókina FRÍ. Íblásturin kemur frá uppvøkstrinum í Føroyum, ferðum kring knøttin og lívinum á garðinum í Sveis, sum hon, saman við manni sínum Thomas, hevur umskapað til eitt gistingarhús og eina sjálvbjargna oasu við grønmeti, fruktum, urtum og víni.

Á garðinum finna trý ættarlið gleðina at skapa frá grundini. Afturat ból og bita bjóðar Jóna coaching og leirskeið í Ryfflihaus. Frí er hennara fyrsta bók.

Laura Joensen fer m.a. at lesa úr bókini og Mimmy Vágsheyg frá Café Fríðu greiðir eitt sindur frá garðinum við serligum denti á kvinnusøgurnar og hugskotið handan testovuna Marin Malenu.

Møguleiki verður at ogna sær bókina signeraða fyri 299kr, og hon fæst eftirfylgjandi eisini til keyps á Café Fríðu.

Øll eru hjartaliga vælkomin.

Location

Biskupsstøðgarðurin í Klaksvík

Te stovan · Biskupsstøðgarðurin í Klaksvík Historic Site

Date

Sunday, 2 November 2025

Time

16:00 – 17:00

Room

Te stovan

Price

0 kr. per person

40 in stock